1300 føroyingar kannaðir fyri álvarsamar sjúkur

Fólkaheilsuráðið hevur nú kannað 1301 føroyingar fyri Diabetis og roykjaralungu

 

Seinastu vikurnar hevur Fólkaheilsuráðið ferðast kring landið at bjóðað fólki at verða kannað fyri diabetis og roykjaralungu, KOL.

 

Nú eru kanningarnar lidnar og úrslitið er, at tilsamans tóku 1301 fólk av tilboðnum og lótu seg kanna, sigur Ólavur Jøkladal á Fólkaheilsuráðnum, sum eisini er at síggja á myndini.

 
- Kanningar,benda á, at einir túsund føroyingar ganga runt við typu2-diabetes, uttan av vit av tí og nakrar av teimum hevur tað eydnast okkum at funnið, sigur hann.

Hann sigur, at hetta slagið av diabetes er nær tengt at lívshátti har tey, sum røra seg ov lítið, eru ov feit og eta skevan kost, eru í størst vanda fyri at fáa sjúkuna.

 

- Ættarbregði hevur eisini týdning, eins og ávís sløg av heilivági kunnu økja um vandan fyri at fáa sjúkuna.

Diabetis er ein álvarsom sjúka, tí vandin fyri ymsum fylgissjúkum, er stórur.

 

Fólkaheilsuráðið setti sær eisini fyri at finna teir roykjarar, sum hava roykjaralungu.

 

- Henda sjúka hevur við sær álvarsligar heilsuligar avleiðingar fyri tey, sum fáa hana.

 

Royking er atvoldin til 85-90 av øllum tilburðum av KOL, men eisini arbeiðsumhvørvi kann í ein ávísan mun hava við sær KOL.