130 tons fjall av feitti funnið í London

Tað tók níggju vikur hjá myndugleikunum í London at fáa eitt 130 tons feittfjall burtur í kloakkunum.

 

Eitt 250 metrar langt og 130 tons tung fjall av feitti er eftir níggju vikum umsíður ruddað burtur av myndugleikunum í London. Feittfjallið innihelt sjálvandi feitt, men eisini vátserviettar, blæur, matolju og hítur. Hetta hendir, tá ið fólk skolað hesi ting niður í vesikummuna, sum heldur áttu at verið burturbeint í skrellispannina. Fjallið forðaði fyri, at kloakkirnar undir London riggaðu sum tær skuldu og tískil varð neyðugt at nýta nógv orku upp á tað. Myndugleikarnir í London siga sambært Ritzau, at tað í byrjanini var gróthart og tí vóru fleiri mans settir at spula feittfjallið, men til síðst vóru tað spakarnir, sum máttu taka um endan. 

 

 

Umboðsfólk fyri myndugleikarnar í London siga sambært Ritzau, at arbeiðsfólkini, sum fóru í holtur við hetta fjallið, halda tað vera tað vemmiligasta tey hava gjørt í starvinum. Tað sigur Matt Rimmer, stjóri í fyritøkuni, sum stóð fyri hesum arbeiði. Nú verður tosað um at seta ein part av feittfjallinum í framsýning í Museum of London, sum eina viðmerking og áminning á tann lívsstílin fólk í dag liva. 

 

 

 

 /ritzau/