Higartil í ár eru útgoldnar 2,8 mia. kr. í løn. Hetta er 130 mió. kr. minni enn sama tíðarskeið í fjør. Í fyrsta ársfjórðingi var afturgongdin í lønarútgjaldingunum 2,7%, men bæði í apríl og í mai er minni útgoldið enn sama tíðarskeið í fjør. Higartil í ár eru 4,5% minni útgoldið í lønum.
Lønirnar ikki útgoldnar javnt yvir árið
Tá hugt verður eftir lønunum mánað fyri mánað, sæst at lønirnar ikki eru javnt deildar yvir árið. Eitt nú er smátt við lønarkrónum við ársbyrjan, og við ársenda verður lutfalsliga størsti parturin av ársins lønum útgoldin. Í mai mánaði eru lønirnar vanliga nakað undir miðal fyri árið. Í 2008 hendi tað óvanliga tó, at bæði februar og mai vóru yvir miðal fyri árið. Tað er júst hesir báðir mánaðirnir sum hava størstu afturgongdina í 2009, skrivar Hagstovan.