130 færri starvsfólk í fiskivinnuni

Hóast talið á løntakarum er voksið nógv, so vísa tølini eisini, at tað er stórur munur á gongdini í vinnugreinum. Í landbúnaðinum er vøksturin næstan 14%, meðan tað í ráevnisvinnuni er afturgongd uppá 20%. Men hetta eru smáar vinnugreinar, og tá er skjótt hvønn vegin. Í størru vinnugreinunum er størsta framgongdin í alivinnuni. Í oktober høvdu 1.074 fólk sína høvuðsinntøku í alivinnuni, 88 fleiri enn fyri einum ári síðani. Vøksturin er 8,9%.

 

Eisini í kommununum er stórur vøkstur, nú arbeiða 248 fleiri í kommununum ella hjá ríkinum í mun til í oktober 2015. Ein av orsøkunum til vøksturin man vera, at eldraøkið nú verður rikið av kommununum.

 

Byggivinnan hevur eisini ein vøkstur upp á yvir 100 løntakarar. Í oktober starvaðust 1.894 fólk í byggivinnuni, tað eru 101 fleiri enn sama tíðarskeið árið fyri, tá tey vóru 1.793. Vøksturin er 5,6%.

 

Afturgongdin rakar serliga fiskivinnuna og tað, sum hevur við sjógvin at gera. 26 færri vóru til fiskiskap, 34 færri í sjóflutningi og 70 færri í fiskavøruídnaðinum. Afturgongdin er millum 1,7 og 4,7%.

 

Í heilsu- og almannaverki eru stívliga 100 færri løntakarar, helst partvíst sum avleiðing av at eldrarøktin nú eru undir kommununum.