Tær 13 virðislønirnar sum eru valdar til í ár skulu endurspegla limafeløgini í limafeløgini í Tónleikasambandi Føroya tónleikaumhvørvið.
Marianna Winther Nagata greitt stutt frá um virðislønirnar:
– Vit hava eitt nú valt tvær nýggjar virðislønir, sum skulu varpa ljós á tey handan tónleikin. Tær eru ÁRSINS TÓNASMIÐ og ÁRSINS TÓNLEIKARI.
Eins og árini frammanundan, lata vit virðislønirnar ÁRSINS SPÍRI, ÁRSINS LAG, ÁRSINS ÚTGÁVA, ÁRSINS TEKST og ÁRSINS HEIÐURSPRÍS.
Sum onkuntíð áður, lata vit eisini í ár prísin fyri ÁRSINS ÁTAK og ÁRSINS ÚTFLUTNINGSHEIÐURSLØN.
Tað er týdningarmikið at tað visuella byggir uppundir tónleikin, og tí lata vit aftur í ár prísin ÁRSINS MYNDLISTARLIGI SAMLEIKI at heiðra tí myndlistarliga heimi, sum kunstnarar byggja rundanum sín tónleik.
Tá tú framførir og skapar klassiskan tónleik, verður avrikið ikki altíð útgivið, men bert framført á konsertum. Fyri at rúma hesum, lata vit fyri fyrstuferð í ár ÁRSINS KLASSISKA PRÍS til einstakar konsertir, útgávur, solistar ella verk, sum eru útgivin ella framførd í 2023.
Í ár varð tónleikurin ikki deildur upp í sjangrur, sum tað hevur verið gjørt fyrr við opnum bólki og pop/rokk bólki. Tónleikur er tónleikur og fyri at rúma so nógvum sum møguligt, hava vit í ár valt at lata virðislønina ÁRSINS SER-ÚTGÁVU til tónleik, sum er nýhugsandi, øðrvísi og uttan fyri vanligu kommersiellu rammurnar.
Sum nakað heilt nýtt ynskja vit í ár at lata prísin ÁRSINS FMA!
Talan er um prís, sum verður latin einum, ið hevur gjørt seg serliga galdandi í undarfarnum ári.
Hatta vóru tær 13 virðislønirnar, sum verða handaðar á FMA í ár.
Tey, sum fara at leiða okkum ígjøgnum kvøldið eru okkara vertir, Rólant Waag Dam og Siri Súsonnudóttir Hansen.
Og tey sum hava gjørt tað fíggjarliga møguligt at hava FMA í ár eru okkara stuðlar.
Tess vegna hava okkara høvuðstuðlar fingið hvør sína virðisløn í sínum navni.
Vit vilja gjarna takka Articon, sum sponsorerar ÁRSINS ÚTGÁVU.
Faroe Ship, sum sponsorerar ÁRSINS SER-ÚTGÁVU.
Betri Trygging, sum sponsorerar ÁRSINS SPÍRA.
Hotel Brandan, sum sponsorerar ÁRSINS LAG.
Tórshavnar kommuna, sum sponsorerar ÁRSINS TÓNASMIÐ
Tórsgøta, sum sponsorerar ÁRSINS TÓNLEIKARA.
Eisini stóra tøkk til aðrar stuðlar, sum eru Christian í Grótinum, KODA FO,
GRAMEX FO og ikki minst Almanna- og Mentannarmálaráðið.