Leygardagin klokkan 15 verður fernisering í Listaskálanum í sambandi við 13. várframsýningina. Aldubáran skal spæla eina blásikvintett eftir Atla Petersen, og høvið verður at síggja alskyns list.
Heili 38 listarfólk sendu inn verk til várframsýningina í ár. Men bert 23 av teimum sluppu ígjøgnum nálareygað.
Myndlistafelagið skipar fyri framsýningini, og hava tey eina úttøkunevnd, sum skal velja út tey, ið sleppa við. Í úttøkunevndini sita Jóna Rasmussen, Amariel Norðoy og Kári Svensson.
Við á framsýningini er list av nógvum slagi. Talan er tó mest um málningar, men eisini eru grafikkur og standmyndir við.
4 nýggj
Við á várframsýningini í ár eru fýra, sum ongantíð hava verið við fyrr. Tey eru Osla Rannvá Svensson, Sámal Blak, Arndis Simonsen og Niels K. Jensen. Felags fyri hesi fýra er, at tey øll eru ógvuliga ung ? undir 20 ár.
? Tey hava víst hegni, og prógvað, at vit kunnu taka tey við. Tey eru vísa orginalitet og tey hava nakað spennandi at vísa fram, sigur Kári Svensson, sum situr í úttøkunevndini.
Undanfarin ár hava tey í úttøkunevndini eisini sent inn verk fyri at sleppa at vera við á várframsýningini. Men í ár hevur nevndin valt at lata vera við hesum.
? Hetta hevur nakað við gegni at gera. Fólk halda, at ein er sjálvskrivaður, tí ein er við í úttøkunevndini, so vit hava øll trý valt at lata vera, og vit vóna, at tað fer at vera soleiðis framyvir, sigur Jóna Rasmussen.
Myndalistafelagið velur á aðalfundi einaferð um árið eina úttøkunevnd, sum skal finna listarverk til várframsýningina. Ein í úttøkunevndini verður skiftur út um árið.
Aldubáran skal eisini spæla tónleik. Sunleif Rasmussen sigur, at hetta er vorðið til ein afturvendandi tátt at nýggj list og nýggjur tónleikur verða víst fram samstundis, men tíverri hevur Aldubáran onga frumframførslu til várframsýningina í ár.
Sjálv várkonsertin verður í Listaskálanum leygardagin 1. mars klokkan 17 og sunnudagin 2. mars klokkan 14. Tónleikarar sum Kári Bæk, KRistian Blak, Edvard N. Debess og Atli Petersen verða at hoyra umframt Aldubáruna.
Talan verður eisini um eina flytiliga konsert. Eitt sindur verður roynt við tónleikaforminum, og verður konsertin flutt runt í øllum Listaskálanum.
Myndatxt: 13. várframsýningin verður nú send av bakkastokki. Hon letur upp leygardagin við 23 ymsum listarfólkum, sum úttøkunevndin hevur valt. Úttøkunevndin her avmyndað í Listaskálanum: Jóna Rasmussen, Amariel Norðoy og Kári Svensson
Mynd: Jens Kr. Vang










