13 ára gomul genta myrd í Svøríki

Ein 13 ára gomul genta er funnin myrd í einari íbúð í býnum Täby stutt norðan fyri Stockholm, og løgreglan hevur tikið tveir menn í sambandi við drápið.

Menninir, sum eru 28 og 32 ára gamlir, eru skuldsettir fyri dráp og viðvirkan til dráp. Talsmaðurin hjá løgregluni sigur, at í hvussu er annar maðurin var granni hjá gentuni.

Løgreglan sigur, at gentan varð myrd seinnapartin í gjár, og at teir báðir menninir vórðu tiknir ein tíma seinni. Talsmaðurin hjá løgregluni sigur, at ymsar tekniskar kanningar verða gjørdar í dag. Meiri vil hann ikki siga.