13 nýggir motorpassarar

Fríggjadagin fingu 13 mans prógv fyri at hava lokið dugnaskapsútbúgving í motorpassing.

 

Tað er Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli, sum stendur fyri hesi útbúgvingini, sum fer fram á Maskinskúlanum.

Hóast hetta er útbúgving undir kvøldskúlaskipanini, so er hetta útbugving við rættindum, tí hesir menn kunnu nú passa motorar við eini framtøkumegi upp til 678 HK í heimasigling, og tað er innan fyri 200 fjórðingar.