13 milliónir meira í skatti

Skattainntøkurnar kvinka 1,3 prosent uppeftir, sammett við fyrstu níggju mánaðirnar í fjør. Men framvegis eru skattainntøkurnar 200 milliónir lægri enn í 2011

Mitt í politiska kjakinum um, hvørt førdi fíggjarpolitikkurin hjá landsstýrinum er succes ella fiasko, kom Taks í dag við spildurnýggjum tølum fyri skattainntøkurnar fyrstu níggju mánaðirnar í ár.

 

Tølini vísa, at landskassin hevur fingið 920 milliónir krónur í inntøku fyrstu níggju mánaðirnar. Tað eru 13 milliónir meira enn sama tíðarskeið í fjør, svarandi til ein vøkstur á 1,4 prosent.

 

Tað er ikki fyrr enn seinna hálvár, at skattainntøkurnar í ár yvirhála tølini fyri í fjør. Tí hyggja vit eftir skattainntøkkunum hjá landskassanum fyri fyrstu seks mánaðirnar av árinum, so var inntøkan í fjør 612 milliónir krónur, meðan inntøkan í ár var 610 milliónir.

 

Men landskassin rindar framvegis nógv fyri flatskattin. Tí hyggja vit eftir skattatølunum fyri 2011, sum var síðsta árið áðrenn skattanýskipanin hjá landsstýrinum kom í gildi, so vóru skattainntøkurnar hjá landskassanum 1.117 milliónir krónur, fyrstu níggju mánaðirnar av árinum.

 

Munurin millum fyrstu níggju mánaðirnar av 2011 og fyrstu níggju mánaðirnar av verandi ári er tískil 197 milliónir krónur.

 

Men landsstýrið valdi sum kunnugt at krevja skatt av eftirlønum við inngjald, heldur enn við útgjald. Fyrstu níggju mánaðirnar í ár gav eftirlønarskatturin 172 milliónir krónur í landskassan.