13 mió til nýíløgur

Gøta: Á síðsta regluliga bygdarráðsfundi í ár samtykti Gøtu bygdaráð fíggjarætlanin fyri 2006.

Fíggjarætlanin javnvigar við sløkum 33 milliónum. Av hesum eru 13 milliónir játtaðar til nýíløgur, meðan raksturin er góðar 20 milliónir.
Skattaprosentið í 2006 verður 20,5 og barnafrádrátturin 5000 krónur.