13 línuskip eru til fiskiskap

Í løtuni eru seks ísfiskalínuskip og sjey frystilínuskip til fiskiskap, flestu fiska undir Føroyum.

 

Seks ísfiskalínuskip er til fiskiskap, fimm eru á landgrunninum og eitt er á Íslandsrygginum.

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at eitt ísfiskalínuskip kemur inn at landa mánadagin, og hini koma helst seinni í vikuni.

Aftrat ísfiskalínuskipunum, eru eisini sjey frystilínuskip til fiskiskap. Eitt skip fiskar í íslendskum sjógvi, og seks fiska undir Føroyum.

- Streymurin verður góður, men veðrið verður eitt sindur óstøðugt. Vit rokna tó við, at nakað verður av útróðri í næstu viku, verður lagt aftrat.