13 kassabilar kappaðust í Skopun

Í gjár var stóri kassabiladagurin í Skopin, har 13 kassabilar kappaðust um at vera skjótasti, tryggasti og kreativasti kassabilur í Føroyum.

 

– Dagurin eydnaðist sera væl. Veðrið var ikki so gott, men ein tíma áðrenn tiltakið byrjaði, fór at lýsa. Tað var lýtt, stilt og turt, og fólk í bygdini rokaðust óført at fáa alt klárt, sigur Kristvør Kolden, fyrireikari.

 

Tiltakið byrjaði niðri á kaiini. Har vóru 30 ára gamli Fiat bilurin hjá Finni Johannesen og ellismotorsúkklan hjá Virgari Zachariassen á odda fyri fylginum av kassabilum niðan í bygdina.

 

Á Torginum var alt væl skipað, har teir 13 kassabilarnir vóru innrtaðir at koyra um kapp.

 

Yvir 300 fólk vóru savnað, og lagið var gott.

 

– Væl av fólki vóru komin til dagin við Teistanum – eisini komu nakrir kassabilar við Teistanum suður, sigur Kristvør Kolden.

 

Vinnarnir av tryggasta bili vóru brøðurnir Sámal Maritn og Hilmar John Nicoleisen.

 

Vinnari av kreativasta bili vóru syskini Jens Marius og Torgerð og abbi teirra Jens Marius Henzte úr Havn.

 

Vinnari av skjótasta bili vóur brøðurinir Ísak, Enok og Kaleb Kolden, saman við tveimun vinkonum úr Gøtu Letizju og Daniellu Petersen. Ísak var kassabilaførari.

 

Dómarar í kassabilakappingini vóru Halleluja Sofus, Kemm Poulsen og Sofus Joensen.