13.000 doyðu

Ein amerikanskur granskarabólkur er komin eftir, at kríggið í Irak kostaði 13.000 irakum lívið.

Granskararnir í bólkinum "The Project on Defence Alternatioves" siga, at av teimum 13.000 irakunum, sum doyðu í krígnum, vóru 4.300 sivilfólk. Bólkurin hevur kannað tað, sum hendi í Irak í tíðarskeiðinum frá 19. apríl til 1. mai við upplýsingum frá amerikonsku herleiðsluni, irakskum sjúkrahúsum og altjóða fjølmiðlum.

Ein annar granskarabólkur, IraqBodyCount hevur fyrr mett, at millum 7.768 og 9.578 sivilir irakar doyðu í sjálvum krígnum. Amerikanska verjumálaráðið hevur fyrr sýtt fyri at geva eitt boð uppá, hvussu nógvir irakar doyðu í sjálvum krígnum í Irak, og Pentagon hevur heldur ikki viljað gjørt viðmerkingar til tølini hjá teimum báðum granskarabólkunum.