Á hvørjum ári í fleiri ár hevur Havstovan latið ein hampiliga góðan vinning fyri fiskamerki, sum stovnurin fær sendandi frá fiski-og útróðrarmonnum.
Drigið verður um innkomin merki, og vinningurin til tann hepna er 12.500 krónur.
Havstovan sigur, at freistin at lata inn fiskamerki til lutakastið hesaferð er sett til 10. oktober, sum er fríggjadagin komandi.