Síðani Norðurlandahúsið var sett á stovn í Føroyum, hevur hetta mentanarhús verið karmur um nógv áhugaverd og forkunnug tiltøk. Eitt av hesum mongu tiltøkum er tann árligi Jazz, Fólka & Blues festivalurin, sum tey flestu árini hevur verið í august mánaða, men í ár er hann so fluttur til oktober mánaða, og tað er aftur Norðurlandahúsið, sum er karmur um festivalin.
Í ár røkkur festivalurin yvir fýra kvøld. Byrjað verður mikukvøldið komandi, og tann stóri endabresturin verður so leygarkvøldið 17. Oktober, har millum annað kendi danski troubadururin Allan Olsen fer at syngja nýggjar vísur.
Nógvir útisetar taka lut
Ongantíð áður hava fyrireikararnir verið noyddir til at flúgva so nógvar føroyingar heim til festivalin, sum í ár. Tað vísir seg, at ein stórur partur av tí føroysku tónleikaelituni er búsitandi uttanlands, og tað er umráðandi, at hesi sleppa at royna síni kynstir á ?heimavølli? eisini, og tá er jazzfestivalurin eitt gott høvi til júst tað. Tað hevur verið dýrt at flyta so nógvar útisetar heim, men til tað hevur festivalurin fingið sera góðan stuðul frá Saga Petroleum.
Hví so nógvir føroyskir tónleikarar búgva uttanlanda, er ilt at siga. Tað vísir seg tó, at sera nógvir av hesum eru í ferð við at nema sær hægri útbúgving innan tónleik, og talið av tónleikalesandi føroyingum er støðugt vaksandi.
Brandur Øssurson, sum er við til at fyrireika festivalin, sigur við Sosialin, at man nú sær ein stóran part av tí ættarliðnum, sum vaks upp við musikskúlanum, fara uttanlanda at lesa tónleik, og tað eru fleiri av hesum, sum man heintar heim til festivalin. Haraftrat var Norðurlandahúsið eitt stórt framstig fyri tónleikin í Føroyum, tí at man við húsinum fekk góðar umstøður til framførslur, venjingar og annað, sigur Brandur Øssurson. Hann leggur aftrat, at um føroyingar fáa eitt stórt altjóða gjøgnumbrot í tónleika innan stutta tíð, so kemur tað ikki óvæntað á hann, tí sum hann sigur, so ?prutlar tað undir lokinum?.
Millum tey kendastu føroysku nøvnini, sum koma heim til festivalin, eru, Sigrid Rasmussen, Teitur Lassen, Leivur Thomsen og MC-Hár.
Stórt føroyskt kvøld
Fríggjakvøldið tann 16. verður eitt serligt føroyskt kvøld á jazzfestivalinum, har nakrir av okkara allarfrægastu tónleikarum fara at royna seg.
Byrjað verður við í konsertsalinum klokkan 19.30, har tveir kendir føroyskir tónleikarar, hvør í sínum lagi, við stuðli frá útlendskum tónleikarum fara at framføra.
Fyrst verður tað Følv við guitarleikaranum Leivi Thomsen, sum tey flestu helst kenna frá bólkinum Plúmm, ið var ein tann fremsti føroyski tónleikabólkurin fyri nøkrum árum síðani. Við sær hevur hann tónleikarar úr bæði Danmark og Svøríki.
Aftaná at Følv er liðugt, kemur ein bólkur, sum nevnir seg ?A thing called Teitur? á pallin. Tað er Teitur Lassen, sum vit øll kenna frá bólkinum Mark No Limits, ið nú fyri fyrstu ferð fer at spæla jazz fyri føroysku áhoyrarafjøldini. Teitur hevur allatíðina, meðan hann hevur verið búsitandi í Danmark, spælt nógv jazz, men hetta verður so fyrstu ferð, at hann fer at jazza fyri føroyingum.
Ein nýggjur og spennadi bólkur fer løtu seinni at spæla í Klingruni. Tað er Lena Andersen og James Olsen rock band. Lena er nýggja stjørnuskotið í føroysku tónleikaverðini, meðan James ikki hevur tikið lut í jazzfestivalinum seinastu fimm árini. Aftrat sær hava tey so góðar tónleikarar sum Niclas Johannesen á guitar, Finnur Hansen á ljómborði og Jan Zachariassen á bass.
Samstundis verður eisini musikcafè, har Snjóuglan við Kristiani Blak á odda fer at spæla nakrar tónar.
Føroyska kvøldið endar við, at fyrst MC-Hár við Sívari á Seiðabergi, og síðani kendi live-bólkurin Kjølar fara á pallin í sjálvum konsertsalinum.
Væntandi verður hetta kvøldi eitt av teimum best umtóktu, og tí er ráðiligt at ogna sær atgongumerki í góðari tíð.
Gularót fyri føroyskar tónleikarar
Tað er einki yvir at dylja, at fyri nógvar føroyskar tónleikarar, er tað ein gularót at sleppa at royna seg á árliga jazzfestivalinum. Nógvir tónleikarar uttan úr heimi leita sær hendan vegin til tiltakið, og onkur teirra fær møguliga áhuga fyri at lokka onkran føroyskan bólk við sær til heimlandið.