Øll tey smittaðu hava fingið boð.
2810 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 1359 smittað, trý eru innløgd, harav ein sjúklingur er innlagdur av korona, hinir báðir eru innlagdir av aðrari orsøk.
Smittutrýstið er 6,8 prosent, sum er hálvtannað prosent lægri enn dagin fyri.
Miðaltalið fyri smittað seinastu sjey dagarnar, sum er støðugt vaksið seinastu tvær vikurnar, minkar nú aftur. Tað er 192 í mun til fyrradagin, tá tað var 199. Markið hjá landsstýrinum fyri at fara frá gulum til reytt er 75 – men hóast talið er langt omanfyri seinastu 11 dagarnar, so verða tilmælini kortini ikki broytt enn, tí at sjúkrahúsverkið ikki er undir trýsti.