Higartil í ár hevur Arbeiðseftirlitið fingið fráboðanir um 124 arbeiðsvanlukkur í Føroyum. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann um nøkur viðurskifti í sambandi við arbeiðaravernd í Føroyum. Johan Dahl sigur, at í 2013 vórðu 145 arbeiðsvanlukkur fráboðaðar Arbeiðseftirlitinum og í 2012 var talið 126 vanlukkur. Og til 15. Oktober, er altso talan um 124 vanlukkur, leggur hann afturat. Tað var ikki fyrrenn í 2013, at Arbeiðseftirlitið av álvara fór at skráseta arbeiðsvanlukkur, sigur hann.
Men hann sigur, at í 2011 skrásetti Arbeiðseftirlitið 127 vanlukkur, í 2010 vórðu 83 vanlukkur skrásettar og í 2009 vórðu 141 vanlukkur skrásettar. Orsøkin til, at talið fyri 2010 er so lágt, er, at hetta árið vóru óvanliga fáar vanlukkur í fiskivinnuni á landi.
Í uppgerðini hjá Arbeiðseftirlitinum verður ikki skilt ikki ímillum álvarsligar vanlukkur og minni álvarsligar vanlukkur, men mett verður, at einar 25-30 av vanlukkunum hvørt árið kunnu metast at álvarsligar. Annars hevur ein deyðsvanlukka verið um árið hesi seinastu trý árini frá 2012 til higartil í ár. Verður samanborið við donsku viðurskifti, vórðu 1,58 % av donsku løntakarunum fyri arbeiðsóhappi í miðal um árið, men 0,48 % av føroysku løntakarunum vóru fyri arbeiðsóhappi um árið í 2010-2012.
- Tølini vísa sostatt, at lutfalsliga skrásetir danska Arbejdstilsynet tríggjar ferðir so nógv arbeiðsóhapp føroyska Arbeiðseftirlitið ger.
Johan Dahl staðfestir kortini, at føroyska skipanin er 100% talgild og tí verða ikki allar vanlukkur fráboðaðar. Men kortini heldur Arbeiðseftirlitið at tað undir øllum umstøðum eru lutfalsliga færri vanlukkur í Føroyum enn í Danmark.
- Tølini vísa, at arbeiðsumhvørvið í Føroyum er á einum norðurlendskum støði, og at hetta er ímillum tey bestu í teimum mest framkomnu londunum, sigur Johan Dahl. Hann heldur eisini, at talið á skaðafráboðum vísir, at Arbeiðseftirlitið fremur eitt munagott eftirlitsarbeiði.
|










