122 milliónir kr. meira útgoldið í lønum

Frá januar til mai í ár eru góðar 122 milliónir kr. meira útgoldið í lønum í mun til sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin er 4 prosent, sum er minni enn undanfarin ár. Hagstovan upplýsir, at frá januar til mai í ár eru góðar 122 milliónir kr. meira útgoldið í lønum í mun til sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin er 4 prosent. Hesin vøkstur er nakað minni enn seinnu árini. Í 2006 var vøksturin 7 prosent og í fjør var vøksturin 9 prosent.

Fyri flestu vinnugreinar er meira er útgoldið higartil í ár, meðan afturgongd er í fiskivinnuni.

Í høvuðsbólkinum byggivinna og onnur tilvirking er samlaði vøksturin 8 prosent í 2008 í mun til 2007. Vøkstur er í øllum vinnugreinunum, men meðan byggivinnan hevur ein vøkstur uppá 11 prosent, hevur bólkurin skipasmíð og aðrar smiðjur ein vøkstur uppá 3 prosent.