121 nýggir tilburðir í Noregi

- Tað er ikki altíð lætt at siga, um sjúklingar doyggja av korona - ella við korona, sigur norski Fólkaheilsustovnurin.

 

Talið av nýggjum covid-19 smittaðum í Noregi seinasta samdøgur var 121. Hetta upplýsti MSIS-stovnurin um midnáttarleitið í gjárkvøldið. Seinastu tvey samdøgnini eru 244 nýggir smittutilburðir staðfestir í Noregi.

Í Noregi eru nú 845.522 fólk kannað fyri korona-smittu, og tølini vísa, at umleið 1,5 prosent av teimum kannaðu eru fongd við smittu. Síðan seinasta mikudag eru 83.000 fólk í Noregi vorðin kannað.

Fram til í gjár vóru 11 fólk í Noregi til viðgerðar á sjúkrahúsi fyri covid-19, og norski Fólkaheilsustovninum veit at siga, at higartil eru 265 fólk deyð við korona, síðan farsóttin fór at gera um seg í mars.

Sambært Fólkaheilsustovninum er tað ikki altíð møguligt at staðfesta um fólk, sum eru fongd við covid-19 smittu, doyggja av sjúkuni ella við sjúkuni. Sama kann sjálvsagt eisini sigast deyðstøl í øðrum londum.