1.200 fólk missa 12 mió krónur

Í heyst fer landsstýrismaðurin í almannamálum at leggja fram uppskot um broyting í pensjónslógini soleiðis, at pensjónin verður inntøkujavnað.

Uppskotið inniber, at fólkapensjónsupphæddin minkar við 30 kr fyri hvørjar 100 kr pensjónisturin hevur í inntøku oman fyri 89.000 kr út yvir fólkapensjónina. Pensjónsupphæddin kann í mesta lagi inntøkujavnast niður í helvtina av grundarupphæddini.

Uppskotið hevur við sær eina sparin upp á 12 mió kr, og eini 1.200 fólk verða merkt av hesi skipan.