120 nólsoyingar á nátaveitslu

- Nólsoyingar eru bestu vertsskapsfólk í verðini!

Um vikuskiftið hava nólsoyingar skipað fyri nátaveitslu í Royndarhúsinum, har ikki færri enn 120 fólk møttu.

 

Hetta er eitt stórt tal av fólki, tá hugsað verður um, at einans stívliga 200 fólk búgva í Nólsoy.

 

Men, á nátaveitsluni vóru eisini onnur fólk, eitt nú makar hjá nólsoyingum og nólsoyingar, sum búgva aðrastaðni, men leitaðu sær út aftur í heimbygdina til veitsluna.

 

- Nólsoyingar eru bestu vertsskapsfólk í verðini. Vælsignaði, haldið fram við tí. Soleiðis skrivar ein lesari á Facebook-síðuni - Nólsoy Nú & Tá.

 

Á nátaveitsluni fingu fólk nátungar, góð epli og røtur og í hurðini, tá fólk vóru ávegis til veitsluborð, fingu tey, ið vildu hava, eisini vælkomstsnaps.

 

Í Royndarhúsinum hetta kvøldið var eisini skemt, tónleikur og felagssangur og soleiðis, sum myndirnar vísa, var hetta eitt sera hugnaligt kvøld í Nólsoy.