Í dag hevur Klaksvíkar kommuna skipað fyri einum kloakktemadegi í Skálanum í Klaksvík. 120 fólk luttóku, og umboðaðu tey bæði kommunur, vinnu, ráðgevar og onnur áhugaði.
- Temadagurin varð skipaður í samstarv við danska felagið Aarsleff, sum í hesum døgum ger eitt arbeiði fyri kommununa, har teir hosufóðra kloakkina á Kráargøtu. Endamálið við degnum er at vísa nýggjar arbeiðshættir innan umvæling av leiðingum til drekkivatn, regnvatn ella spillvatn.
Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag. Lagt verður aftrat, at dagurin byrjaði við einari framløgu hjá Kristoffuri Olsen, samskipara fyri kloakkunum í Klaksvíkar kommunu.
- Hann vísti eitt nú á, at býráðið í 2010 samtykti, at allar kloakkir í kommununi skuldu vera á einum nøktandi støði. Hetta var eftir, at kunngerð um spillvatn kom í 2009, sum álegði kommununi, at spillivatn ikki bleiv leitt út í løkir, áir, veitir, vøtn, fjøru og aðrastaðni, men verður leitt út á streymasjógv.
##med2##
Kristoffur Olsen vísti eisini á, at kommunan nú er komin hálva leið í Klaksvík, og á bygd og á útoyggj er eitt sindur ymiskt, hvussu nógv er gjørt, men at kommunan síðan 2011 hevur gjørt íløgur fyri umleið 65 miljónir krónur í nýggjar og betri kloakkir.
- Dagurin endaði við, at luttakararnir spákaðu úr Skálanum og yvir í Kráargøtu, har víst varð fram, hvussu arbeiðið við at fóðra kloakkir verður gjørt, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.