Fiskivinna
Á virkinum hjá Fiskavirking í Vestmanna hava tey arbeitt at kalla hvønn dag, síðan verkfallið var av.
Skipað hevur verið soleiðis fyri, at virkið hjá Fiskavirking í Saltangará hevur verið minni virkið hesa tíðina, nú minni fiskur er komin uppá land, og hetta er so komið teimum til góðar, sum arbeiða fisk í Vestmanna.
120 fólk
Fiskavirkið í Vestmanna er eitt portiónsvirki burtur av, sum framleiðir portiónir úr upsa.
Arbeitt verður við tvey-skiftivakt burtur av, og tilsamans arbeiða eini 120 fólk á virkinum.
Nakað av toski og øðrum fiskasløgum kemur upp í Vestmanna, tá ið skipini landa, men hesin fiskurin fer til onnur virki. Eitt nú endar toskurin og longan á saltfiskavirkinum hjá Fiskavirking á Toftum.
Full skip
Miðskeiðis í hesi vikuni landaðu Vestmenningur og Fram í Vestmanna. Skipini vóru full undir lúkurnar. Veiðan vá umleið 250.000 pund. Meginparturin av veiðini var upsi, nøkur fá tons toskur og eitt sløð av øðrum fiskasløgum.
Upsin hjá trolarunum var rættiliga smáttfallandi.
Á virkinum í Vestmanna siga tey, at meira enn helmingurin av veiðini hjá skipunum var upsi 4, og tað er rættiliga smáur fiskur.
- Upsin hevur eisini verið rak nú eftir gýtingina í vár, men hann er nú á veg uppeftir aftur í fiti.
Niðurfyri
Í Vestmanna vita tey ikki, hvussu komandi vika fer at roynast, men fríggjadagin væntaðu tey, at nóg mikið av fiski var niðurfyri til ein part av mánadegnum.
- Vit vóna og vænta, at onkur landing verður í komandi viku eisini, siga tey.
Umframt fiskin hjá Vestmenningi og Fram, hevur Fiskavirking í Vestmanna eisini keypt nakað av fiski frá P/F Beta í Saltangará.