Í næstu viku koma tvey tey kendastu kórini í Svøríki til Føroya at syngja fyri føroyingum. Talan er um eini 120 børn og ung í greingja og gentukórinum í dómkirkjuni í Uppsala, sum koma higat at hava tríggjar konsertir
Tann sermerktasta konsertin verður longu sunnudagin, tá ið tey hava konsert í Gjónni við Gjógv, men annar er konsert í Vesturkirkjuni og í Fríðrikskirkjuni. Ein av fyriskiparunum er Osva Olsen úr Vestmanna, og dóttir hennara er ein av sangarunum í gentukórinum.
Tilsamans eru tað eini 180 børn og ung ímillum 8 og 25 ár, sum syngja í dreingja- og gentukórinum í dómkirkjuni í Uppsala. Tey syngja fyrst og fremst til konsertir, guðstænastur og høgtíðir í dómkirkjuni, men eisini ymsa aðrastaðni í Svøríki og úti í heimi. Kórini gera nógv við at ferðast og eru javnan á konsertferð í Europa og USA.
Dreingja- og gentukórið í dómkirkjuni er ein týðandi partur av tónleikalívínum í Uppsala, og tey hava fingið ymisk heiðursheitir og sømdargávur fyri síni avrik. Í september mánaði fara kórini at frumframføra verkið hjá John Høybye ”Where does Peace come from?” á kirkjutónleikarasymposium í Uppsala.
Við á kórferðini er er eisinu urguspælarin, Andrew Canning, ið telist millum teir bestu orgulspælararnar í sínum ættarliði. Hann hevur verið við á nógvum upptøkum í amerikanskum, svenskum og finskum sjónvarpi og útvarpi. Hann hevur havt konsertir víða hvar í heiminum og hevur spælt fløgur inn saman við Alice Babs, Nils Lindberg, Steve Dobrogosz og øðrum tónleikarum.
|











