120 bátar og 100 kampingvognar

- Vit hava pláss fyri umleið 120 bátum og umleið 100 kampingvognum, sigur Jan Haldansen í Vestmanna.

Bátastevnan í Vestmanna hevur verið væl vitjað øll undanfarin ár. Veðrið hevur háttað sær ymiskt. Okkurt árið hevur verið brennandi sól, og onnur ár hevur tað verið regn og meira illfýsið.

 

Nú ársins bátastevna verður aftur í Vestmanna, verður bara vónað, at alt fer at laga seg stevnuni til fyrimunar, tá hon fer av bakkastokki hósdagin.

 

Tann stóri dagurin við bátasigling og stórum dansitiltøkum verður leygardagin, tá nógv ymiskt annað eisini er á skránni.

 

- Vit hava pláss fyri umleið 120 bátum, og vit hava streym til allar bátarnar. Haraftrat hava vit pláss til umleið 100 kampingvognar, og her er eisini streymur til allar vognarnar.

 

Jan Haldansen, sum er í bátastevnunevndini, sigur, at umstøðurnar og karmarnir um stevnuna eru teir allarbestu.

 

Hann vísir á, at tá stevnan hevur eydnast væl, hava eini 5000 fólk verið í Vestmanna.

 

Umframt kunning á www.bs.fo, er eisini kunning um bátastevnuna at síggja á facebook-síðuni - Bátastevnan í Vestmanna.