So er fyrsta flagið loyst fyri eini risastórari verkætlan við eigaraíbúðum í Vesturbýnum. Fyrrapartin setti borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, hakan í íbúðarverkætlanina við Landavegin í Havn.
Talan er um út við 120 íbúðir, sum liggja á Fløtum, innan fyri ringvegin og nær miðbýnum. Fyrstu íbúðirnar vera klárar á heysti 2020, og tá kunnu tey fyrstu fólkini flyta inn í spildurnýggjar eigaraíbúðir, har nærmastu grannarnir eru Glasir, Skúlin á Fløtum og matvøruhandlar.
Jóan Petur Vang, byggimeistari, stendur fyri verkætlanini, sum Kontrast arkitektar hava sniðgivið.
- Hetta kemur væl við
Annika Olsen, borgarstjóri, segði nøkur orð, áðrenn hon setti hakan í svørðin á Fløtum.
- Høvuðsstaðurin veksur skjótt, og henda verkætlanin kemur væl við hjá nógvum, sum hava í hyggju at keypa sær eina íbúð. Hesar íbúðirnar eru við til at fjøltátta møguleikarnar hjá føroyingum at seta búgv, og henda stóra verkætlan munar veruliga.
Í mai verður stoypt
Nú verður farið beint undir at grava av lendinum, og eftir ætlan verður byrjað at stoypa í mai mánað. Allar íbúðirnar verða stoyptar upp eftir øllum forskriftum og lonirnar verða síðani klæddar við skifer.
Íbúðirnar verða í nógvum ymiskum støddum. Størstu íbúðirnar er 95 fermetrar, íbúðir verða eisini 80 fermetrar og 64 fermetrar, og tær smæstu íbúðirnar eru 32 fermetrar.
Allar íbúðirnar fara eisini at hava eitt goymslurúm, umframt at eini felagshøli við sera góðum útsýni verða til tiltøk og hátíðarløtur. Byggingin er løgd soleiðis, at allar íbúðirnar fáa gott útsýni og svala.









