Granskingarnevndin hevur játtað stuðul til nýggjar granskingarverkætlanir. Til samans eru játtaðar kr. 6.753.921 til 12 verkætlanir innan økini mentan, náttúra og náttúrutilfeingi, samfelag og heilsu. Flestu av verkætlanunum, sum eru stuðlaðar hesuferð, eru Ph.D. verkætlanir.
31 umsóknir vóru um stuðul og søkt var um í alt 27 mió kr. Tað vóru fleiri góðar og viðkomandi verkætlanir, sum nevndin noyddist at geva avslag orsakað av avmarkaða fíggjarkarminum.
Meira kann lesast um hetta á gransking.fo