Hóast bert 12 ára gamal, er Høgni Egilstoft Nielsen, úr Sandavági, á bronsuplássinum, nú einans 2 umfør eru eftir í kappingini.
At so ungur telvari luttekur í landsliðsbólkinum, har kappast verður um at gerast føroya besti telvari, er óhoyrt í føroyskari telving. Í so máta, somuleiðis í altjóða høpi.
Á Giljanesi hevur unglingin m.a. vunnið greiðar sigrar á Olaf Berg og Hans Kristiani Simonsen. Telvarar sum hava myndað oddin í telvingini seinnu mongu árini.
Høgni hevur verið partur av ungdómskonseptinum hjá Talvsambandinum síðani 7 ára aldur og hevur í fleiri umførum prógvað, at hann er millum frægastu telvarar í sínum aldursbólki í Norðurlondum.
Fylgið FM í talvi á www.faroechess.com.










