12 milliónir minni í almannaveiting komandi ár

Meðan vørur og tænastur koma at hava sín náttúrliga prísvøkstur komandi ár, koma almannaveitingarnar at standa í stað. Hetta merkir, at minni er eftir hjá brúkaranum. Almannamálaráðið boðar í dag frá javningarsteðgi á almannaøkinum. Hetta merkir, at almannaveitingarnar verða tær somu komandi ár sum í ár.

Endamálið er at spara 12 milliónir krónur.

Almannamálaráðið sigur, at í sambandi við arbeiðið við fíggjarlógini fyri 2011 mælti landsstýrið til fleiri tiltøk, soleiðis at samtykti útreiðslukarmurin kundi halda.

- Eitt av tiltøkunum er fyribils at steðga javningini av almannaveitingum. Í dag verða hesar veitingar javnaðar við trimum prosentum árliga. Við ætlaðu broytingini í lógini, ið nú verður send til ummælis, verða upphæddirnar ikki javnaðar í 2011, og sostatt tær somu sum í ár.

- Javningarsteðgurin verður mettur at spara landskassanum 12 milliónir árliga, sigur Almannamálaráðið.