12 miljónir til vøggustovu og ítrótt

Tað hendir nógv í Nes kommunu. Fólkatalið er veksandi, og eftirspurningurin eftir grundstykkjum er eisini veksandi.

Fólkatalið í Nes kommunu er veksandi, og eftirspurningurin eftir grundstykkjum er eisini veksandi.

 

- Í fjør vórðu fýra grundstykki seld í nýggjastu útstykkingini við Lýðarsveg, og nú apríl mánaði nærkast endanum, eru tilsamans 14 grundstykki seld, harav tey flestu eru seld í ár. 24 grundstykki vóru í sínari tíð við í hesi útstykking, sum liggur í sera náttúruvøkrum og barnavinarligum umhvørvi.

 

Tað sigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, sum vísir á, at nú eru bara tíggju grundstykki eftir í útstykkingini við Lýðarsveg.

 

Hann sigur, at upprunaliga kostaðu hesi grundstykki, sum eru planerað og so at siga klár at seta formarnar á, slakar 300.000 krónur, men sum árini gingu, og lítil byggihugur var kring landið yvirhøvur, avgjørdi kommunan at lækka prísin á hesum grundstykkjum við 100.000 krónum.

 

- Ferð er nú komin á søluna, og eg ivist onga løtu í, at nú Eysturoyartunnilin nærkast við risafetum, verða øll hesi grundstykki seld áðrenn langt um líður. So, her er bara at bera seg skjótt at, og kommunan er altíð opin fyri møguligum keyparum.

 

Jóhannus Danielsen sigur, at tað hendir nógv í kommununi, og umframt at vøggustova nú verður bygd fyri umleið seks miljónir yvir fíggjarárini 2015 og 2016, verður B68-húsið á Svangaskarði í samstarv við FSF eisini bygt út fyri aðrar seks miljónir krónur yvir tvey fíggjarár.