Tá landsdysturin verður komandi leygardag millum Føroyar og Kekkia á Svangaskarði, ætlar áhugafelagið 12. Maður, at so nógvir 12. menn og kvinnur sum gjørligt fara at leita sær á Svangaskarð at stuðla føroysku fótbóltsleikarunum.
Av somu orsøk verður skipað fyri bussferð úr Havnini.
Farið verður av Farstøðini sunnudagin klokkan 12.00. Bussurin koyrir beinleiðis niðan á vøllin á Toftun. Sagt verður í tíðindaskrivi, at ikki er neyðugt at verða limur í 12. Manni fyri at sleppa við.
Um tú hevur hug, so kanst tú tekna teg á Kunningarstovuni í Havn.