Fyri tað fyrsta ætla vit, at tú skalt fáa lestrarstudning í 12 mánaðir, og ikki sum nú í 11 mánaðir um árið. Vit ásanna, at livikostnaðurin er tann sami allar 12 mánaðir í árinum, og tí vilja vit broyta núverandi skipan við 11 mánaða studningi til, at tú fært studning í 12 mánaðir.
Mánaðarliga upphæddin verður tann sama.
Einki heilsutrygdargjald ella kringvarpsgjald til lesandi
Vit ætla eisini at leggja bæði kringvarpsgjaldið og heilsutrygdargjaldið inn í skattin. Tað merkir, at tú sum lesandi sleppur undan at rinda hesar útreiðslur. Umleið 6.565 kr. um árið, sum tú sum lesandi sleppur undan at gjalda.
Hesar báðar broytingar merkja, at tú sum lesandi á hægri lærustovni ella á vinnuførleikagevandi útbúgving fært góðar 10.000 kr. meira at liva fyri um árið, um tín inntøka bert er lestrarstuðul.
Ætlan Javnaðarfloksins er eisini at tú á miðnámi fært lestrarstuðul í ein mánað afturat, umframt at tit, sum í dag rinda heilsutrygdargjald og kringvarpsgjald, sleppa undan hesum uml. 6.565 kr. um árið.
Treytin er sjálvsagt, at Javnaðarflokkurin fær undirtøku fyri uppskotinum um samhaldsfasta skattaumlegging, sum er partur av valskrá Javnaðarfloksins. Tí tað er ábyrgdarfull umlegging til samhaldsfasta skattaskipan, sum skaffar fíggingina til betri lestrarstuðul.
Stakir uppihaldarar fáa betri umstøður
Í hesum valskeiði hava vit tryggjað, at stakir uppihaldarar, sum eru lesandi, fáa 1.500 kr. í eyka lestrarstuðli um mánaðin. Harumframt hava lesandi við børnum rætt til 750 kr pr. barn um mánaðin í lestrartíðini.
Hendan serstaka stuðul til stakar uppihaldarar ætla vit at hækka við 500 kr um mánaðin, so at hann verður 2.000 kr.
Ein einlig mamma ella ein einligur pápi við einum barni, og sum er lesandi, fær eftir hesar broytingar 6.487 kr um mánaðin í lestrarstuðli í 12 mánaðir um árið, ella 77.844 kr um árið. Harafturat ber til at útvega lestrarlán upp á 2.369 kr um mánaðin.
Lestrarlánini, sum øll lesandi hava rætt til, eru sera lagalig. Tað átti ikki at verið ein trupulleiki at rindað hesi aftur eftir loknan lestur, sambært galdandi treytum.
Skattaumleggingin “lættari og rættari” skaffar fíggingina
Javnaðarflokkurin hevur sett sær fyri ikki at geva nakað vallyfti, sum vit ikki frammaundan hava funnið fígging fyri. Skattaumleggingaruppskot Javnaðarfloksins, sum ber heitið “lættari og rættari”, gevur rúm fyri og fígging til hækkaðan lestrarstuðul.
Vit ætla at halda fast um, at lestrarstuðul er skattafrí inntøka.
Føroyar gerast lestrarland
Í farna valskeiði hava vit lagt stóran dent á at menna lestrarmøguleikarnar í Føroyum, og tað kann staðfestast, at ongantíð áður eru so nógv farin undir hægri lestur ella vinnuførleikagevandi útbúgving, og ongantíð áður eru so nógv farin undir eina vinnu- ella miðnámsútbúgiving, sum nú. Tað er umráðandi at halda fast um hesa gongd eftir valið, tí tað er fyritreytin fyri, at Føroyar mennast, og at vit fjølgast.
Útbúgving, búskaparvøkstur og fólkavøkstur hanga óloysiliga saman.