Fyrstu londini at fáa pláss í EM endaspælinum komandi summar vóru Ukreina og Pólland. Tey eru vertir fyri kappingini og sleppa sostatt at luttaka í endaspælinum.
Undan umfarinum í gjárkvøldið var greitt, at Týskland, Spania, Ongland, Italia og Holland høvdu vunnið seg víðari sum vinnara av sínum bólkum. Eftir seinastu umfarið er eisini greitt, at Russland, Grikkaland, Frakland og Danmark vinna sínar bólkar. Við sigrinum á Hollandi gjørdist Svøríki besti 2’arin og kemur somuleiðis beinleiðis víðari til endaspælið.
Tey átta londini , ið skulu berjast um fýra tey seinastu atgongumerkini, eru Portugal, Koratia, Írland, Bosnia, Tjekkia, Turkaland, Montenegro og Estland. Lutakastið verður hósdagin um hvør skal møta hvørjum.
Hesi lond eru kom í EM-endaspælið 2012:
Vertir:
Ukreina og Pólland
Bólkavinnarar:
Týskland, Russland, Italia, Frakland, Holland, Grikkaland, Ongland, Danmark og Spania.
Besti 2’ari: Svøríki
Tey, ið skulu spæla um at koma víðari:
Portugal, Kroatia, Írland, Bosnia, Tjekkia, Turkaland, Montenegro og Estland










