Í ES-Tinginum eru 705 limir. Talið hækkar til 720 eftir valið í dag.
Frankaríki, Spania og Holland fáa hvør sínar tveir sessir afturat, meðan ein sessur verður afturat til Danmark, Belgi, Pólland, Finnland, Slovakia, Írland, Slovenia, Eysturríki og Letland.
Niðanfyri síggjast tey 27 ES-londini eftir tali av tinglimum í nýggja tinginum:
* Týskland: 96.
* Frankaríki: 81.
* Italia: 76.
* Spania: 61.
* Pólland: 53.
* Rumenia: 33.
* Holland: 31.
* Belgia: 22
* Kekkia: 21.
* Grikkaland: 21.
* Ungarn: 21.
* Portugal: 21.
* Svøríki: 21.
* Eysturríki: 20.
* Bulgaria: 17.
* Danmark: 15.
* Slovakia: 15.
* Finnland: 15.
* Írland: 14.
* Kroatia: 12.
* Litava: 11.
* Letland: 9.
* Slovenia: 9.
* Estland: 7.
* Kýpros: 6.
* Luxemburg: 6.
* Malta: 6.
* Tilsamans: 720.
Tilsamans umboða tinglimirnir umleið 450 milliónir borgarar í ES. Størsta landið er Týskland við 83,2 milliónum íbúgvum, meðan tað minsta landið er Malta við 520.000 íbúgvum.
Kelda: EU-Parlamentet.
/ritzau/