12 hent ráð til flogferðina

Nógv hava roynt tað – og nógv hava ring minni eftir eina flogferð saman við børnum, serliga um talan er um langar ferðir.

Her koma 12 hent ráð um, hvussu ein kann gera, sjálvt eina langa flogferð til eina góða uppliving.

Talan er bert um at brúka eina ávísa tíð til fyrireiking, soleiðis at bæði børn, foreldur og ikki minst hini ferðafólkini fáa ein góðan og friðarligan túr.


Ráð 1:

Syrg fyri at børnini hava fingið eina sunna máltíð áðrenn fráferð. Sukur kann gera børnini bæði ov spent og ov virkin


Ráð 2:

Minst til at pakka ein DVD-spælara, Ipod, leikur, málibøkur og líknandi í handviðførið. Og smáar pakkar við sunnum góðbitum.


Ráð 3:

Bøkur og leikur eru vælegnað, serliga um tey beinleiðis vísa til tað at flúgva. Brúka hetta sum ein møguleika at læra tey meiri um flogfør og flúgving, og lat børnini sjálvi siga frá, hvat tey uppliva á ferðini


Ráð 4:

Um tað ber til, set so tíð av til at spæla við børnini áðrenn fráferðina. Syrg fyri at tey fáa brúkt ein stóran part av orku síni, áðrenn tit fara umborð.


Ráð 5:

So skjótt sum loyvi er givið til tað, kanst tú byrja at rigga elektronikkin til, soleiðis at børnini kunnu hyggja eftir dvd ella spæla spøl. Minst til at hava headsettið við.


Ráð 6:

Eitt gott hugskot er at hava smáar innpakkaðar og óvæntaðar gávur. Hetta skulu ikki vera dýrar gávur, men tað týdningarmesta er at tær verða givnar í rættari løtu, t.d. tá tíðin tykist long.


Ráð 7:

Um flogfelagið ikki borðreiðir við mati og drekka uttan rokning, so er neyðugt at taka smáar matpakkar við, har tað sum barn títt dámar best, er við.


Ráð 8:

Lat børnini sita við vindeygað, so tey kunnu síggja jørðina, fjøllini og skýggini. Hevur tú fleiri børn við, lat tey so skiftast um at sita her.


Ráð 9:

Um tey smáu troyttast av filmi, lat tey so lurta eftir róligum tónleiki á tínum Ipod. Ert tú heppin, fært tú tey at sova eina løtu.


Ráð 10:

Eitt lítið teppi og ein koddi, sum barni kennir heimanífrá, lættir um hjá teimum smáu, um tey skulu sova ella bara vilja krúpa undir eitt teppi.


Ráð 11:

Smáar bøkur við uppgávum og tekningar sum skulu litast, halda serliga tey smærru børnini virkin. Minst til at taka tusjir ella litkrit við, og pappír at tekna á.


Ráð 12:

Finn eina egnaða løtu, har tú kanst spyrja starvsfólkið um flogskiparin ella stýrimaðurin kann koma á tykkara pláss at heilsa uppá børnini. Um gjørligt, kanst tú siga við børnini at flogskiparin kemur at heilsa uppá TEY, um tey sita still.


Góða ferð!