Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Seinni í dag verða tey meira nágreinaðu hagtølini dagførd á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum, www.hmr.fo, og á www.corona.fo, har innlit millum annað fæst yvir kynsbýti og í hvørjum aldursbólki, tey smittaðu eru.
Tilsamans er nú 1942 fólk kannað fyri smittuna, og enn er eingin av teimum sjúku innlagdur á sjúkrahús.