12 fólk doyðu, og 22 fingu skaða, tá ein bussur fór út av vegnum har suðuri í Albania í gjár. Myndugleikarnir siga, at 11 fólk vórðu funnin deyð á vanlukkustaðnum, og at eitt fólk doyði á veg á sjúkrahús.
Tey 34 fólkini, sum vóru í bussinum, vóru lesandi frá lærda háskúlanum í Tirana, og sambært myndugleikunum vóru tað 11 gentur og bussførarin, sum doyðu.
Albanski forsætisráðharrin, Sali Berisha, hevur lýst dagin í dag sum almennan syrgidag.