12 deyð av skotum í amerikonskum skúla

Ein skottilburður í einum skúla í amerikanska statinum Connecticut hevur kravt í minsta lagi 12 mannalív. Tað skriva tíðindastovurnar.

Lokalir fjølmiðlar siga, at í minsta lagi 20 fólk vórðu rakt av skotum, og teir siga, at fleiri børn eru millum teirra, sum hava latið lív. Ein útvarpsstøð sigur, at skúlastjórin er eisini deyður. Sagt verður, at t´y fólk eru flutt á sjúkrahús.

Summar tíðindastovur skriva, at tað vóru tveir menn, sum skutu eftir børnum og vaksnum í skúlanum, men tað hevur løgreglan ikki váttað.

Skúlin er í býnum Newtown, har 28.000 fólk búgva, og løgreglan hevur stonmgt allar skúlar í býnum.