12 bólkar hava higartil meldað sína luttøku í føroysku útgávuni av The Global Battle Of The Bands, og hetta er áðrenn fyrireikararnir eru farnir undir at lýsa við tiltakinum. Undanumførini verða hósdagin 12. og fríggjadagin 13. oktober í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, meðan finalan verður leygarkvøldið 14. oktober.
Á heimasíðuni hjá Global Battle Of The Bands boðar kappingin frá, at Útvarpið fer at senda beinleiðis frá GBOB tjóðarfinaluni. Sostatt sleppur vanligi føroyingurin kann fylgja við hvussu leikur fer, tá føroyskir bólkar kappast um heiðurin "Besti bólkur í Føroyum 2006" og atgongumerkinum til Heimsfinaluna í London og harvið møguleikanum at vinna teir 100.000 US Dollararnar og heimsufamtandi konsertferðini.
- Vit fegnast um at Kringvarpið á henda hátt er við til at stuðla føroyskum tónleikalívi, tí við at ÚF sendur beinleiðis fáa allir bólkarnir sum sleppa víðari í finaluna eina nógv størri áhoyrarafjøld og hópin betri møguleika at gera vart við seg, skriva fyrireikararnir á heimasíðuni gbob.com.
Til ber at melda seg til GBOB, á heimasíðuni GBOB.com. Tað kostar 169 kr. fyri hvønn luttakandi tónleikara. <st1:PersonName w:st="on" ProductID="J?n Tyril"$?$end$!$Jón Tyril</st1:PersonName$?$end$!$ greiðir frá, at hesin peningur verður nýttur til uppihald og ferð hjá vinnandi bólkinum til heimsfinaluna í London. <BR>Finalan verður aftur í ár í Astoria spælistaðnum mitt í London. Eini søgulig høli, ið hava lagt pall til nógv stór nøvn gjøgnum tíðirnar.
Í heimsfinaluni seinast gjørdist Marius sættbesti bólkur, meðan írsku Kopek vunnu.










