12.900 tons í triðja ársfjórðingi

Sølan av fóðuri hjá Havsbrún í triðja fjórðingsári í ár var 33.900 tons.

 

Heimasíðan - www.kyst.no - veit í morgun at siga, at føroyski alirisin Bakkafrost slaktaði 12.900 tons av laksi í triðja ársfjórðingi í ár. Sagt verður, at 3.700 tons komu frá alistøðum norðan fyri - og 9.200 tons frá alistøðum sunnanfyri.

Heimasíðan vísir til dagføringar yvir slakt hjá Bakkafrosti, sum eru almannakunngjørdar í dag. Endaliga frágreiðingin yvir gongdina hjá Bakkafrost í triðja fjórðingsári verður sambært heimasíðuni almannakunngjørd hin 5. november.

Sagt verður, at fóðursølan hjá Havsbrún, sum Bakkafrost eisini eigur, var 33.900 tons í triðja fjórðingsári, og í fjórðingsárinum keypti Havsbrún eisini 17.800 tons av rávøru til sína framleiðslu.