116 viagrabollar sum gávu

30 ára gamla kvinnan hevur 34 ákærur ímóti sær. Flestu teirra um rúsevni, men so eru eisini aðrar meiri sjálvsamar ákærur.

Millum annað ákæra nummar 33, sum er um grova embætismisnýtslu og tjóvarí, har hon hevur játtað seg seka í at hava stolið heilivág einum avlamispensjónisti, sum hon var heimahjálpari hjá.
Kvinnan segði sorgarbundin á málinum, at hon hetta var ein ákæra, sum hon var ómetaliga hørm um at vera noydda at viðganga.
– Undir vanligum umstøðum vildi eg ongantíð gjørt tað, segði kvinnan og vísti á, at hon tá var komin so mikið langt út.
Seinasta ákæran, sum er nummar 34, snýr seg um viagra. 30 ára gamla kvinnan hevði einki minni enn 116 tablettir av viagra heima hjá sær, tá løgreglan gjørdi húsarannsókn har. Kvinnan sýtti fyri at hava smugla hesar til landið, men viðgekk at hava havt tær liggjandi. Hon greiddi frá, at tað var ein gáva, hon hevði fingið frá einum vinmanni og at hon bara hevði viagrabollarnar til stuttleikar, sum hon málbar seg.
20 ára gamli ákærdi maðurin hevði tveir av hesum viagrabollum uppi á sær, tá hann varð handtikin.