116 valevni til umboðsráðið hjá Eik

Val er til umboðsráðið hjá Eik fjórða hvørt ár, og hesaferð stilla 116 fólk upp. Veljast kann á deildunum hjá Eik til og við 7. mars ella við brævatkvøðu Fjórða hvørt ár er val til umboðsráðið fyri Eik Banka, og 2008 er valár. Allir partaeigarar, sum vóru skrásettir partaeigarar pr. 1. januar 2008, kunnu velja millum tey 116 uppstillaðu valevnini.

Valið heldur fram inn í mars mánaða, og seinasti valdagurin á Eik-deildunum er 7. mars. Tó kann eisini veljast á partaeigarafundunum kring landið, sum byrja 10. mars.

Eik sigur á heimasíðuni, at tey, sum ikki kunnu møta upp á síni deild ella á partaeigarafundi, kunnu biðja um at fáa brævatkvøðu senda av deildini. Freistin at velja við brævatkvøðu er 7. mars.