114 skip á Fuglafirði í ein mánað

Fyrr í summar metti havnarstjórin í Fuglafirði, at talið av skipum í ár fer at tátta í túsund. - Hetta var kanska nakað bjartskygt, heldur hann í dag.

Fyrr í summar metti havnarstjórin í Fuglafirði, at Fuglafjarða havn í ár kanska fór at seta met við skipavitjanum. Hann nevndi eitt runt tal sum 1000 skip, men nú heldur Rólant Højsted, at hetta helst var ein ov optimistisk meting.

 

- Kanska tók eg nakað rívan til, men metingin verður neyvan langt av leið kortini. Í august í ár høvdu vit tilsamans 114 skipavitjanir, og tað er ein góður mánaði. Samlaða talið av skipavitjanum higartil í ár er 560, og eg meti, at vit við árslok fara um tey 900 skipini. Hinvegin ivist eg onga løtu í, at vit í 2015 fara at koma upp á 1000 skipavitjanir.

 

Havnarstjórin vísir á, at hóast skipaferðslan økist á Fuglafirði við nýggja uppsjóvarvirkinum, hevur tað higartil gingið á einari leið at avgreiða øll skipini. Hann sigur, at neyðugt er við neyvari fyriskipan, um tingini skulu kunnu laga seg sum best.

 

- Tað verður neyðugt við fráboðan fyri landing og bunkring í hampiligari tíð, soleiðis at skip ikki boða frá, tá tey eru komin inn á vánna. Fyri at fáa alt at laga seg sum best, verður neyðugt at siga frá í rímiligari tíð, tá skip koma inn at landa ella bunkra, sigur Rólant Højsted, ið altíð er fryntligur at vitja á skrivstovuni hjá Fuglafjarðar havn.