112 Fuglafjørður

Elin á Rógvi gevur nýggju barnabókina “112 Fuglafjørður” út. Bókin snýr seg um hanan Morgunfríða, sum dugir at tosa, og abban. Omman og abbin ætla sær nevnliga til Fuglafjarðar – ta mest fuglafantastisku bygdina í Føroyum

Í nýggju bókini hitta vit aftur persónarnar úr bókini “Og mamma”, sum kom út í 2014 og var í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

Marjun Reginsdóttir hevur myndprýtt báðar bøkurnar við litføgrum og lívligum myndum. 

Abbin í bókini fær stórar trupulleikar av tí prátingarsama hananum, sum altíð sigur “og mamma”. Omman og abbin ætla sær nevnliga til Fuglafjarðar – ta mest fuglafantastisku bygdina í Føroyum – uttan at bjóða Morgunfríða við. 

Bókin er pakkað við spenningini, høgari ferð og skemti í fleiri løgum, sum fangar bæði børn og vaksin, skrivar Bókadeild Føroya Lærarafelags í tíðindaskrivi. 

##med2##

Í sambandi við útgávuna verður útgávutiltak leygardagin 26. oktober klokkan 12:30 á Reinsarínum í Havn, har rithøvundurin fer at greiða frá bókini, tað verður upplestur, og Yngra og Eldra barnakór í Tórshavnar Musikkskúla syngur. 

Bókadeild Føroya Lærarafelags skipar fyri tiltakinum.