111 skip fingið jólapakkar

Tað vóru 100 pakkar fleiri í ár enn í fjør.

Aftur í ár hevur Føroyska Sjómansmissiónin latið jólapakkar til sjófólkið.
Flestu pakkarnir koma frá sjómanskvinnuringunum um landið, men onnur lata eisini pakkar.

 

 

Pakkarnir gleða og stimbra sjófólkið, geva eina góða, menniskjaliga og sosiala uppliving, samstundis sum teir vónandi eisini eru ein vitnisburður um Guds kærleika.

 

 

Nú liðugt er at bera pakkarnar umborð á skipini, kann staðfestast, at tað vóru 100 pakkar fleiri í ár enn í fjør. Tað var eisini neyðugt, um øll skipini, sum vanliga fáa pakkar, og tey, sum eru komin í flotan í ár, skuldu fáa pakkar.

 

 

Uppgerðin vísir, at:

78 fiskiskip, 16 handilsskip, 15 skip í frálandavinnu og 2 vaktarskip tilsamans hava fingið 1271 pakkar.

 

 

Føroyska Sjómansmissiónin takkar hjartaliga øllum, sum hava latið pakkar, skrivar Føroyska Sjómansmissiónin í tíðindaskrivi.

 

 

Mynd: Hjaltur, skipari á Ågot, tekur ímóti jólapakkum frá sjómanstrúboðaranum.