111 ár síðani William Heinesen varð føddur

Í dag - 15. januar - eru 111 ár síðani William Heinesen varð føddur í Bartskersstovu í Bringsnagøtu í Havn.

William Heinesen er okkara gitnasta skald. Skaldsøgur hansara, stuttsøgur og yrkingar eru týddar til mong mál. Men hesin gávuríki havnarmaðurin var ein sera fjølbroyttur listamaður, ið gjørdi vart við seg á fleiri økjum innan sjónleik, tónleik og myndlist. Myndaheimur hansara er ein grein av tí skaldsliga hugflognum ? myndevnini koma fyrst av øllum úr sagnunum, ævintýrunum og gudalærunum, eisini úr tí Edens urtagarði, ið á sinni fór í forna. Hesin myndaheimur er kveiktur av náttúrukenslu, sniðfundigum skemti, spei, ramligari og ovfarakátari lívsgleði og livandi ansi fyri tí ornamentala og dekorativa.

William Heinesen vaks upp við, og hevði livandi áhuga fyri, tjóðskaparrørsluni, ið m. a. merkti, at áhugin vaks fyri fólksins mentan ? málinum, dansinum, kvæðunum og sagnunum. Og fyri teirri føroysku náttúruni. Í einum anda, ið kann samanberast við Bauer og Arosenius í Svøríki ? Kittelsen og Werenskjold í Noregi, gjørdi William Heinesen ein hóp av bókamyndum við evnum úr sagnum og ævintýrum. Í pastellmálningum fekk hann fram eftir kríggið og í 1950árunum eitt serstakt gyklandi gandakent huglag. Myndevni frá tilveru teirra fornisku verða margtýdd og glíða uttan at ein varnast tað yvir í satiru ? í andlitunum á fittum trøllum kenna vit aftur drøgini frá politikkarum, vinnulívsmonnum og alskins hyklariskum dárarum og forførarum. Í tekningum av monnum og konum úr gomlu Havnini, sum hann mintist hana, kemur eitt serligt góðsligt kæti til sjóndar ? somuleiðis hansara sermerkti ansur fyri strikunnar organisku arabesk.

William Heinsen doyði á grækarismessu, 12. mars 1991, 91 ára gamal.