111 lond styðja bann ímóti deyðarevsing

ST-aðalfundurin viðgjørdi í gjár spurningar um mannarættindi, og í tí sambandi atkvøddu 111 lond fyri at seta altjóða bann ímóti deyðarevsing. Tað er fýra fleiri enn í teirri seinastu atkvøðugreiðsluni, sum var í 2010.

Atkvøðugreiðslan í ST er ikki løgfrøðiliga bindandi fyri limalondini, men tey, sum eru ímóti deyðarevsing, siga, at hon er kortini ein áminning til lond, sum framvegis hava deyðarevsing. Teirra millum eru USA, Kina og Iran. Hesi trý londini atkvøddu eisini ímóti saman við eitt nú Japan, India, Norðurkorea og Saudiarabia. 34 lond atkvøddu ikki.

Øll tey evropeisku londini taka undir við at banna deyðarevsing, og tey hava leingi roynt at fáa lond aðrastaðni at gera tað sama. Norski ST-sendiharrin, Geir Pedersen, segði í gjárkvøldið, at atkvøðugreiðslan í gjár vísti, at nú eru tað ikki bara lond í Vesturheiminum, sum stríðast ímóti deyðarevsing, men at hetta er vorðið eitt altjóða stríð nú.