111 løgreglufólk særd á G20-fundi

111 løgreglufólk eru særd í bardaga við mótmælisfólk í samband við G20-toppfundin í Hamburg.

 

Løgreglan í Hamburg sigur, at meðan 111 løgreglufólk eru særd, eru 44 mótmælisfólk handtikin. Enn er ikki greitt, hvussu nógv mótmælisfólk eru særd, sigur løgreglan. 8.000 fólk luttóku í mótmælisgonguni.

 

Løgreglan  í Hamburg hevur tí biðið ríkisløgregluna um hjálp í samband við vaktarhaldið um G20-toppfundin.