1.104 hval løgdu beinini í fjør

Í fjør vórðu 11 grindir hildnar til í Føroyum, og tilsamans í hesum 11 grindunum løgdu 1.104 hval beinini.

Í fjør vórðu 11 grindir hildnar til í Føroyum, og tilsamans í hesum 11 grindunum løgdu 1.104 hval beinini.

 

Tað eru heldur fleiri hval, enn árini framanundan, tí í 2012 løgdu 713 hval beinini í 12 grindum, í 2011 doyðu 726 hval í níggju grindum. Í 2010 doygu 1.107 hval í 14 grindum og í 2009 doyðu einans 310 hval í trimum grindum.

 

Hesi hagtøl síggjast í ársfrágreiðingini hjá Ríkisumboðsmanninum í Føroyum.

 

Stovnurin av grindahvali er annars upp á umleið 800.000 hval. Sambært altjóða hvalaveiðunevndini, IWC, krevur, at veiðutrýstið ikki fer upp um tvey prosent. Føroyska veiðutrýstið er um 0,1 prosent við fráviki upp á 0,0 til 0,6 prosent, so veiðan av grindahvalið hóttir ikki stovnin.

 

Føroysku hagtølini yvir grindadráp eru millum heimsins elstu veiðuhagtøl, tí tey ganga heilt aftur til 1584. Samanhangandi hagtøl eru frá 1709 og frameftir.