Alt summarið ígjøgnum hevur Zarepta verið fult av legufólki. Ja, longu áðrenn skúlarnir fingu frí, og til nakað eftir at skúlarnir byrja aftur, verður húsið upptikið næstan hvønn einasta dag.
Í sjálvari summarfrítíðini hava tað verið tær árligu summarlegurnar, sum hava fylt húsið. Byrjað varð við teimum 16 - 17 ára gomlu, og síðani hevur aldurin gingið niðureftir. Hesa vikuna eru tað tey 10 ára gomlu, og leygardagin verða tað tey 9 ára gomlu, sum koma á tað síðstu summarleguna í 1998.
Á leguni fyri tey 10 ára gomlu, ella rættari sagt, tey, sum fylla 10 í hesum árinum, eru 160 luttakarar. Í stødd hava legurnar ligið um hetta talið av luttakarum; onkur minni meðan onkur meir. Tilsaman á øllum legunum í summar (tá ið legan fyri 9 ára gomul er tikin við) hava tilsaman 1100 børn verið á legum í Zarepta.
Umframt sjálvar luttakararnar eru altíð nógv, sum hjálpa til. Starvsfólk verða tey kallað. Tilsaman eini 100 á hvørji legu skal ein roknað við.
Síðst í áttatiárunum vóru nakað fleiri børn á legu. Tá lá tað um eini 1200 -1300 hvørt summar, men tað minkaði nakað, tá ið fráflytingin byrjaði.
Graslíki
Síðani 1988 hava Símun Pætur á Torkilsheyggi og John í Skemmuni, báðir trúboðarar hjá brøðrasamkomuni, staðið fyri og havt tað dagligu leiðsluna av legunum í Zarepta. Síðstu tvey árini hevur Billy Hansen av Eiði eisini hjálp teimum í hesi uppgávuni.
Hesir tríggir hava nýtt stóran part av síni summarfrítíð hesi síðstu árini á Zarepta. Teir hava tó skifts eitt sindur ímillum, so teir eisini hava fingið gjørt annað um summarið.
Hetta er 34 árið at brøðrasamkoman hevur summarlegur. Fyrstu tvey árini vóru legurnar við Áirnar, men síðani 1967 hava tær verið á Vantsoyrum, eftir at Zarepta varð bygt. Svimjhylur kom í 1972. Í 1976 kom nýggi bygningurin, og tvey ár seinni kom onnur hædd á hesum bygninginum.
Umvælingar og eru gjørdar, tá ið tað hevur verið neyðugt. Seinasta nýggja við Zarepta er graslíkisvøllurin, sum varð lagdur á síðsta heyst, og fyrstu ferð varð nýttur til summarlegurnar í ár.
Úr øllum økjum
í Føroyum
Prísurin á summarlegunum er farin upp við 50 kr. í ár. Legan fyri tey 10 ára gomlu kostar til dømis 375 kr., meðan legan fyri 16 - 17 ára gomul kostar 550. kr. og hendan er eisini ein dag longri. Við í gjaldinum er eisini ferðin til og frá legunum. Systkin fáa avsláttur. Nógv av matinum verður eisini givið til legurnar.
? Vit hildu, tað bera til at seta prísin upp aftur, nú tíðirnar eru betri í landinum. Tað eru nøkur ár síðani við settu prísin niður.
? Børnini á legunum koma úr øllum økjum í landinum. Longst er at fara hjá børnum úr Suðuroy, og tað merkist kanska á onkrum legum, at har eru nakað færri børn. Onkur pláss í Føroyum er eisini serliga væl umboðað, men annars er fordeilingin jøvn.
? Tað eru heldur ikki bara børn frá brøðrasamkomulimum, sum koma á summarlegur. Eg haldi, teimum man dáma væl at koma, tí koma tey, sigur John.